FSF ger broytingar komandi ár

ÍtróttarSosialurin: Spælaramenning, fótbóltur og kappróður

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, kanst tú lesa triðja part av greinarøðini um spælararmenning av føroyskum fótbóltsspælarum. Hesa ferð eru tað Virgar Hvidbro, aðalskrivari, og Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri, sum siga sína hugsan.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Virgar Hvidbro vísir á, at tað er neyðugt at allar fótbóltsføroyar eru samdar, um vit skulu gera ein fótbóltsskúla. Hann heldur ikki tíðin er búgvin til tað enn, men at vit fyrst mugu hava eitt kjak í gongd.

 

Pætur S. Clementsen sigur, at elita manglar tilboð. Hann forklárar í greinini, at broytingar eru á veg, har føroyski fótbóltsspælarin fær fleiri tilboð um at venja meiri og alt árið.

 

Les eisini dómin hjá Sigfríði S. Clementsen um avrikini í Europa League í ár. KÍ, NSÍ og B36 taptu øll samanlagt teirra dystir. Bara KÍ fekk eitt stig og venjarin hjá HB er mest vónbrotin av B36.

 

Í kappróðrinum svaraði Havnin aftur, eftir ein misjavna byrjan hetta kappingarárið. Les eisini um Sverra Nielsen, sum nú ætlar sær til Florida at kappast.

 

Les eisin eisini um Paul Clapson, um 07 Vestur, sum hevur sett enn ein ungdómsvenjara og um útisetarnar hjá okkum.