FSF-forsetin var til staðar

Hilmar Jan Hansen, Hjalmar Hvítklett og Jákup Mørk hava gestir á hotelinum í Graz, og vera samrøðurnar varpaðar beinleiðis út á Rás2.

 

Millum gestirnar í morgun er Høgni í Stórustovu, sum var til staðar í Landskrona tann 12. september í 1990. Jákup Mørk vitjar eisini venjingina hjá landsliðnum í morgun.

 

Sent verður fram til klokkan 12. Seinnapartin millum klokkan 3 og 5 verður eisini ljós varpað á báðar landsdystirnar, sum vera um vikuskiftið. Eysturríki-Føroyar, og U21-landsdysturin millum Føroyar og Moldova.