Kringvarpið hevur í tveimum sendingum Pulsinum og 3-2 - gjørt nógv burtur úr spæliloyvinum hjá Páll Mohr Joensen og endaligu avgerðini hjá Ítróttardómstólinum, og Fótbóltssambandið kennir seg illa viðfarið av Kringvarpinum í hesum sendingum. Tað hevur fingið FSF-forsetan at senda eitt skriv út, har hann millum annað sigur:
- Vit vilja her gera vart við, at Fótbóltssamband Føroya ikki varð boðið við til hesar sendingar, og undrast vit stórliga á, soleiðis sum nú viðgerðin av málinum fór fram, hví Kringvarpið hevur valt at útihýsa okkum frá hesum sendingum, sigur Óli Holm i skrivinum.
FSF-forsetin heldur eisini, at stjórin í Havnar Fótbólti er sloppin at siga nógv, uttan at FSF hevur kunnað svara fyri seg.
- Somuleiðis førir sami stjóri fram beinleiðis skuldsetingar mótvegis fyrisiting og nevnd FSFs fyri vánaliga avgreiðslu av málinum. Hetta meta vit sum sera grovar skuldsetingar, sum einki hald er í. Málið er avgreitt sambært øllum viðkomandi reglum og fyriskipanum FSF´s, og hava allir partar fingið fult innlit í øll skjøl, sigur Óli Holm.