Forsetin í føroyska Fótbóltssambandinum er í løtuni á veg til Brasil. Christian Andreasen situr í “Appeal Committee” nevndini hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA. Hon skal nú viðgera eina kæru frá fótbóltssambandinum úr Uruguay í samband við leikbannið hjá Luis Suarez.
Les eisini: Risa leikbann til Luis Suarez
FIFA kunngjørdi fyrr í dag, at Luis Suarez verður leikbannaður í níggju landsdystir og verður útihýstur frá øllum fótbólti í fýra mánaðir. Uruguay hevur nú kært avgerðina hjá dómsnevndini til FIFA Appeal Committee.
Les eisini: (Kjak) Hvussu langt leikbann skal Suarez hava?
- Eg eri á veg til Brasil, men eg vænti at hetta verður avgreitt áðrenn eg komi hartil í morgin. Nú fáa vit at síggja, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.
Sum Christian Andreasen vísir á, so verður málið væntandi avgreitt í morgin. Uruguay skal leygardagin spæla móti Kolumbia í 1/8-finaluni.