Havi hoyrt meg fyri hjá øðrum í B 36, og tykjast tey øll vera eins bilsin.
FSF hevur verið í tungum sjógvi seinastu árini. Nú er neyðugt at geva nevndini frið at virka, fyri at FSF skal kunna virka føroyskum fótbólti at frama. Ófriður um fótbóltssambandið er tað ringasta, ið kann henda. Men kanska veit nevndin fyri B 36 eitt og hvørt, ið kann greiða okkum frá, hví hon ger, sum hon ger. Kundi eisini hugsað mær at vitað, hví hini feløgini, sum ganga saman við B 36 um formansvalið, hava tikið ta avgerðina.
Fyri tveimum árum síðan var tað júst B 36, ið tók undir at stilla sitandi FSF-forsetan upp. Loyvi mær tí at spyrja formannin fyri B 36, Kristian á Neystabø:
1. Hvat hevur sitandi FSF-forsetin gjørt, síðan hann skal skiftast út?
2. Er nevndin fyri B 36 samd um, at so skal vera?
3. Var hetta tikið upp á seinasta aðalfundi í B 36 og gjørt fundarluttakarunum greitt?
4. Var fundurin samdur um at skifta hann út?
Hetta skal ikki á nakran hátt skiljast sum nøkur atfinning at mótvalevni til FSF-forsetan.
Fundurin verður komandi vikuskiftið. Vænti tí at fáa svarað spurningum mínum í hesari vikuni.
Virðingarmest, við ítróttarkvøðu.









