FSF: Fýra broytingar í U21-hópinum

Fýra spælarar hava givið avboð og fýra nýggir spælarar eru úttiknir

Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen hava fingið fýra avboð til dystirnar móti Spania og Montenegro, sum verða 8. og 13. oktober, skrivar FSF.fo

Skaðar gera um seg, og tí eru venjararnir hjá U21-landsliðnum, Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen noyddir at gera fýra broytingar í hópinum.

Rói Mørk Hentze, Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen og Jonn Johannesen hava allir givið avboð til EM-undankappingardystirnar sum verða í næstum.

Í staðin eru Jákup Nolsøe Olsen, ÍF, Pætur Skipanes, NSÍ, Hjalti Kárason Djurhuus, EB/Streymur og Hannes Agnarsson, B36 boðsendir til dystirnar móti Spania og Montenegro.

Hósdagin 8. oktober klokkan 17:45 spæla Føroyar og Spania á Tórsvølli, og týsdagin 13. oktober klokkan 17:00 spæla Føroyar og Montenegro á Svangaskarði.