Tað hevur í dag verið formansfundur í Fótbóltssambandinum. Her hevur Fótbóltssambandið avgjørt at lata eina millión krónur í stuðul til feløgini, umframt at sjónvarpspengarnir eru 77.000,- krónur í part.
Sum skilst, so fáa feløgini, sum vóru í Evropa, ikki lut í pengunum. Hini seks feløgini í Betri deildini hjá monnum fáa 100.000,- krónur í part, meðan restini av feløgunum í føroyskum fótbólti fáa 50.000,- krónur í part. Tað eru eisini pengar at heinta í sjónvarpsfótbólti. Tí feløgini hava fingið 77.000,- krónur í part fyri sjónvarpsrættindini.
Føroyskur fótbóltur hevur, eins og allur ítróttur, verið raktur av koronu. Tað hevur millum annað gjørt, at tað ikki hava verið áskoðarar til nøkur umfør, meðan tað hava verið ávísar reglugerðir til aðrar dystir.
Í løtuni verður arbeitt við at leggja kappingina fyri 2021. Sum skilst, so verður uppskotið til dystardagarnar til komandi kappingarár lagt fram í morgin.











