Tað verður ongin fótbóltur í Betri deildini hjá monnum í morgin. Tað hevur Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum tikið avgerð um, skrivar bolt.fo.
Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini, váttar fyri In.fo, at dystirnir eru útsettir. Orsøkin er coronavirusið og at tað er ósemja um, at spæla uttan áskoðarar í morgin. Tíðindaskriv er á veg frá Fótbóltssambandinum.
Tíðindaskriv frá Fótbóltssambandinum í kvøld:
1.umfar útsett til 15. mars
Starvsnevndin í FSF hevur efturmett avgerðina at spæla 1. umfar í Betri Deildini hjá monnum uttan áskoðarar, og hevur í staðin avgjørt, at allir dystirnir í 1. umfari verða útsettir til 15. mars
Fríggjakvøldið komu boð frá starvsnevndini í Fótbóltssambandi Føroya, at allir dystirnir í 1. umfari í Betri Deildini hjá monnum skuldi spælast uttan áskoðarar. Orsøkin er smittuvandin frá koronavirusinum.
Avgerðin varð tikin, eftir at heilsumyndugleikarnir fyrr um kvøldi komu við áheitan um, at øll almenn tiltøk, har fleiri enn 500 borgarar kunnu væntast at savnast, annaðhvørt eiga at verða útsett ella fyriskipað uttan áskoðarar.
Men nú hevur starvsnevndin eftirmett avgerðina, og er komin til ta niðurstøðu, at 1. umfar í Betri Deildini hjá monnum verður útsett til sunnudagin 15. mars. Hetta hevur samstundis við sær, at í fyrstu atløgu verða øll umførini flutt eina viku, til møguleiki verður fyri at fáa kappingina í rættlag aftur.