FSF byrjar at senda í kvøld

Fyrsta framleidda fótbóltssendingin hjá Fótbóltssambandinum verður send á Rás 1 í kvøld kl. 18.30

 Nú er komið so væl áleiðis við fyrireikingunum av nýggju fótbóltsrásini hjá FSF, at fyrsta sendingin fer í luftina á Rás 1 hjá Televarpinum klokkan 18.30 í kvøld. Í fyrsta umfari verður talan um tvær sendingar um vikuna – fríggjakvøld og mánakvøld. Sendingarnar verða ikki sendar beinleiðis, og ætlanin er ei heldur at senda frá dystum.Tó kann koma fyri, at onkur dystur verður vístur beinleiðis, m. a. steypafinalan mikukvøldið. 


Uni Arge vertur

Í fríggjakvøldssendingini verður í høvuðsheitum lagt upp til eina upptakt við samrøðum við leikarar og venjarar. Eisini verður kjak millum serkønar gestir, ið hava orðaskifti um ávís viðurskifti í lands- og steypakappingini. Onnur evni, ið verða nevnd, eru landsliðini og dómara- og venjaraviðurskiftini. Mánakvøldið verður tikið samanum fótbóltin, ið var, umframt kjak. Fyribils verður Uni Arge vertur í sendingunum, ið verða upptiknar á stovuhæddini hjá FSF-húsinum við Tórsvøll. 


Alternativt tilfar

Í tíðindaskrivi verður staðfest, at Fótbóltssambandið ikki ætlar at kappast við verandi fjølmiðlar um fótbóltin. Ístaðin verður strembað eftir at viðgera tað, sum fjølmiðlarnir ikki taka upp. Sostatt hevur óvanliga stigið hjá Fótbóltssambandinum einki beinleiðis at gera við ónøgdsemi mótvegis Kringvarpinum. Og alt bendir tískil á, at sáttmálin millum ÍSF og Kringvarpið um rættindi at senda og siga frá fótbóltsdystum verður undirskrivaður í næstum.

Í skrivinum verður eisini staðfest, at fyrsta árið er at rokna sum royndarár. Sum skilst, hevur Rás 2 veitt tekniska útgerðina.