FSF bjóðar 3.600 áskoðarapláss undir taki

(Ljóðsamrøða) Í FSF vóna tey eina góða undirtøku til dystin ímóti Grikkalandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Virgar Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, sum nú er farið í holt við undansøluna av atgongumerkjum til EM-undankappingardystin ímóti Grikkalandi, sum verður á Tórsvølli, leygardagin 13. juni klokkan 19.45.

 

FSF kann nú bjóða 3.600 av 5.400 áskoðaraplássum, og tí vóna og vænta tey, at fólk verða skjótari úti at ogna sær eitt atgongumerki hesaferð.