FSF bíðar eftir dóminum

Fótbóltssambandið náddi ikki at gera nakað við Hans Jørgen málið, áðrenn løgreglan tók málið upp

Fótbóltssambandið náddi ikki at taka Hans Jørgen Djurhuus málið upp, áðrenn løgreglan valdi at taka málið um brotnu nøsina hjá Poul Inagson upp. Síðani málið hevur verið rættinum hava fleiri mett, at tað heldur skuldi verið FSF, sum revsaði Hans Jøregn Djurhuus.

 

Les eisini: Sigfríður Clementsen: FSF má taka um endan

 

- Tað hendir alt so skjótt. Reglugerðin er ikki greið á hasum økinum. Tí vildu vit leitað okkum ráðgeving og kunnleika um líkandi mál, áðrenn vit gjørdu nakað við málið, sigur Christian F. Andreasen, forseti í FSF.

 

Les eisini: Hans Jørgen verið í rættinum

 

Málið kemur ongantíð so langt í FSF, tí løgreglan tekur í midlari tíð málið upp.

 

- Áðrenn vit koma til eina niðurstøðu hevur løgreglan tikið málið upp. Vit hava einki at skula sagt, tá løgreglan tekur eitt máli upp. Tí hava vit valt at bíða eftir dóminum, sigur Christian F. Andreasen, sum heldur at FSF hevur heimild at revsa Hans Jørgen.

 

Les eisini: Hans Jørgen í rættin

 

Christian F. Andreasen greiðir víðari frá, at málið er ikki slept. So teknist, so kann Hans Jørgen Djurhuus framvegis fáa leikbann frá FSF fyri hendingina. Dómur fellur í rættarmálinum týsdagin.