Fríggjadagin avgjørdi kappingarnevndin hjá FSF, at dysturin í kappingini um Løgmanssteypið millum EB/Streym og VB/Sumba skal spælast mikukvøldið. Hetta er annars dysturin, sum nú hevur bíðað í skjótt 100 dagar, tí enn er endalig greiða ikki fingin á málið um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen hjá HB.
Enn er tað málið ikki viðgjørt av ítróttardómstólinum, men hetta er tó ikki nakað, sum FSF sigur seg vera sinnað at bíða eftir. Ikki minst, tí finalan í steypakappingini skal spælast á ólavsøku, og tey tí vilja hava dystin avgreiddan.









