FSF: Atgongumerki einans í netsølu

Føroyska landsliðið hevur brúk fyri øllum stuðli til landsdystin móti Luksemborg - Mynd: Bjarni Enghamar

Á middegi vóru umleið 2.700 atgongumerki seld til dystin móti Luksemborg. Eingin søla verður við dyrnar, men møguleiki verður at keypa í Nethandilinum til dystarbyrjan, sum er klokkan 19:45. Í kvøld klokkan 19:45 tekur føroyska A-landsliðið við monnum ímóti Luksemborg. Talan er um annað umfar í UEFA Nations League 2022/2023.

 

Til dystin skipar Skansin fyri upphiting á parkeringsøkinum frammanfyri FSF-húsið við suðurendan á Tórsvølli. Á skránni er tónleikur, andlitsmáling og søla av fjepparalutum. Eisini verður møguleiki at ogna sær nýggja landsliðsbúnan frá ERREA, sum fæst til keyps í Landsliðsbúðini. Og fyri at gera tað so smidligt sum yvirhøvur tilber við komu á Tórsvøll, ynskir FSF, at áskoðarar kunnu seg um, hvør inngongd skal brúkast.

 

Yvirlit:

 

Bólkur 101-104 Inngongd B (á Eystursíðuni)

 

Bólkur 105-108 Inngongd C (á Eystursíðuni)

 

Bólkur 109-113 Inngongd F (við Suðurendan við No12)

 

Bólkur 209-213 Inngongd F

 

Bólkur 114-121 Inngongd F

 

Fjølmiðlar brúka inngongd I / Media, meðan Tórsgestir, FSF-gestir og gestir í skyboksunum nýta inngongd J, sum er á vestursíðuni. Á middegi í dag vóru umleið 2.700 atgongumerki seld. Eingin søla av atgongumerkjum verður við dyrnar, men fram til dystarbyrjan verður selt í Nethandilunum á heimasíðuni hjá FSF.

 

Luksemborgarar koma til Føroya við góðum sjálvsáliti, eftir at teir leygardagin vunnu 2-0 á útivølli móti Litava. Men tað er einki at ivast í, at føroyska liðið fer at geva teimum ein skarpan gang, og í teimum trimum altjóða skrásettu landsdystunum, sum Føroyar og Luksemborg hava spælt higartil, hava Føroyar vunnið tveir, og ein er endaður við javnleiki.

 

Føroyska landsliðið hevur brúk fyri øllum stuðli til landsdystin móti Luksemborg - Mynd: Bjarni Enghamar