Áskoðarartølini til U21 landsdystirnar í Føroyum er minkandi. Bæði móti Rumenia og Írlandi á Toftum vóru niður í 300-400 áskoðarar, meðan tað á Tórsvølli fríggjakvøldið skulu eitast fyri at hava verið 689 áskoðarar.
Sosialurin hevur tosað við fólk, sum er roynd á økinum, ið sig at veruliga talið á áskoðarum var nærri 400 til 450. Áskoðararnir skuldu ikki lata inn atgongumerki ella partar av atgongumerkinum. Tí hevur FSF ikki eina neyva teljing av áskoðarartalinum frá dystinum fríggjakvøldið, sum Týskland vann 3-0.
Hvussu verður komið fram til talið 689?
- Til ein slíkan dyst, so verður einki skrætt av atgongumerkjunum. Tað vil siga, at vit hava ikki talið av nýttum fríatgongumerkjum. Tískil er talið eitt mett tal, sum vanliga verður gjørt av FSF/Tórsvølli/frásøgumanninum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF við Sosialin í dag.
Aðalskrivarin undrast eisini á lága áskoðaratalið, sum var fríggjakvøld og vísir millum annað á kendu mótstøðuna, og prísin á atgongumerkjunum, sum er 50 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn. Tað kostar eitt nú 80 krónur at fara til ein vaniga dyst í bestu deildini.