Fótbóltssamabndið hevur í dag tikið avgerð um, at útseta allar dystir hjá bæði børnum og vaksnum. Einasta undantakið er Betri deildin menn, har spælt verður sum vanligt.
- Virksemi í samfelagnum er nógv ávirka av koronasmittuni í løtuni, og tí hevur Fótbóltssambandið tikið avgerð um at útseta flestu dystir í landskappingunum hesa vikuna. Allir dystir í føroysku landskappingini (bæði børn og vaksin) fram til og við mánadagin 28. september 2020 verða tí útsettir. Undantak er tó við Betri deildini hjá monnum, har dystirnir verða leiktir sum ætlað. Kappingarnevndin ásetur nýggjar leikdagar, stendur í skrivi, sum er sent feløgunum í dag.
Sostatt verða tríggir dystir í Betri deildini hjá monnum í dag, men alt annað er útsett til 28. septembur fyribils.