FSF: Aðalfundurin verður 18. februar

Leygardagin 18. februar 2023, klokkan 13:00, verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum í Havn, boðar Fótbóltssambandið frá

Leygardagin 18. februar 2023, klokkan 13:00, verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum í Havn, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Hetta er samstundis aðalfundur nummar 45, síðan felagsskapurin varð settur á stovn tann 13. januar í 1979. Sostatt fyllir Fótbóltssamband Føroya 44 ár komandi ár. Fundurin verður sambært lógum felagsins.

 

- Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi tvær vikur undan aðalfundinum, og skulu verða limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin.

 

- Uppskot til møguligar lógarbroytingar, herundir møguligar broytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, skulu í øllum førum vera skrivstovu FSF’s í hendi ein mánað áðrenn aðalfundin, og skulu vera limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin, skrivar FSF.fo.