FSF: 10 lið í Effodeildini

Fyribils verða tað 10 lið í Effodeildini, eftir at FC Suðuroy tók uppskotið um 12 lið aftur

Í gjár varð árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í nýggja FSF-bygninginum við Tórsvøll. Hetta er 36. árið á rað, at Fótbóltssambandið hevur aðalfund.

 

Aðalfundurin byrjaði við, at fundarfólkið mintust Birgir Enghamar og Gunnar Zachariassen, ið báðir lótu lív í farna ári. Síðani varð fundarstjóri valdur, og formansfrágreiðingin og roknskapurin fyri 2014 vórðu løgd fram og samtykt.

 

Eitt stórmál var á skránni, og var tað uppskot frá FC Suðuroy, um at broyta fremstu deildini hjá monnum soleiðis, at tað frá 2016 at rokna verða 12 lið í EFFO-deildini. Men eftir stutt orðaskifti valdi FC Suðuroy at taka uppskotið aftur, og fór tað tískil ikki undir atkvøðugreiðslu, skrivar fsf.fo.

 

Sum skilst, so var høvðuendamálið hjá FC Suðuroy við at leggja málið fram at fáa gongd á kjakið. Hevði uppskotið fallið, so hevði tað helst ikki blivið tikið uppaftur fyribils. Málið skuldi hava 18 atkvøður fyri at koma ígjøgnum. Øll limafeløgini í FSF hava tvær atkvøður uttan Undrið, sum hevur eina, tí felagið ikki hevur barna og ongdómsfótbólt.

 

Starvsnevndarval var eisini á skránni. Jógvan Páll Joensen, Trygvi Mortensen og Heðin D. Poulsen stóðu fyri vali. Jógvan Páll Joensen varð afturvaldur, meðan Trygvi Mortensen og Heðin D. Poulsen valdu at takka fyri seg. Í teirra stað blivu Fróði Danielsen og Kristmund Johannessen valdir, og eru teir sostatt nýggir í starvsnevndini hjá FSF.