FS Vágar tikið á bóli

Fótbóltur: Havnamenn vunnu á oddaliðnum

2. deild menn:

HB?FS Vágar 3?1 (1?0)


Fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum noyddust teir á oddaliðnum vesturi í Vágum tómhentir um Vestmannasund. Teir taptu í Leirvík í næstsíðsta umfarinum undan summarsteðginum, og tað var kanska ikki so heilt óvæntað, tí LÍF er tað einasta liðið, sum hevur hótt FS Vágar í kappingini um fremsta plássið.

Hópin meiri óvæntað var tað, at HB skuldi fella oddaliðið, og so skal leggjast afturat, at einki var at siga til sigurin. Tað kann altíð metast um, um hugburðurin hjá oddaliðnum var rættur, og tá tú vinnur so at siga hvørja ferð er vandin stórur fyri, at uppgávan ikki verður tikin í tí álvara, sum hon altíð eigur at vera tikin í. Tað hevur verið sagt, at í ár eru vágamenninir væl betri fyri, enn teir hava verið undanfarin ár, men hetta sást lítið til móti einum havnarliðið, har helmingurin eru unglingar, sum venja nógv, og har fleiri av hinum monnunum venja eina ella tvær ferðir um vikuna.

HB, sum hevði nógv betri tak á verjupartinum, har serliga deyðbóltsstøður hava kostað teimum nógv, kom á odda, tá eitt korter var farið. Fyrrverandi FS Vágar maðurin, Eyðstein Simonsen, sum var í álopinum hjá HB, var fyrstur á flata innlegginum frá væl spælandi Eyðuni Højgaard, og við hælinum stýrdi hann bóltinum í kassan.

Fyri FS Vágar, sum bara hevði havt ein møguleika í 1. hálvleiki, var tað vátur vøttur, at heimaliðið økti, tá seinna umfarið var fimm minuttir gamalt. Miðvallarin Pætur Dahl, sum HB heilt víst fer at fáa nógv burturúr komandi árini, var við fremru stong fyrstur á innlegginum, sum kokm frá vongverjanum í høgru, Kristian Andersen.

Tíggju minuttir seinni skoraði miðvallarin Flóvin Jespersen til 3?0. Dagsins mál var tað í hvussu so er í Gundadali, og onkur vildi halda, at hetta var evni til ársins mál: Eyðstein Simonsen kom inn móti brotsteiginum í vinstru, legði út frá og so smekkaði Flóvin dygst undir samankomingina.

Seinnapartin av 2. hálvleiki datt spælið alt nærri málinum hjá HB, og gestirnir vóru fleiri ferðir tætt við, tá teir trýstu, men teir fingu bara eitt mál. Tað skoraði miðvallarveteranurin Eyðfinn Davidsen, tá tað restaðu fimm minuttir. Bólturin varð stungin framímillum, og meðan HB menninir stóðu og veittraðu fyri rangstøðu var tað lætt at skora til endaliga úrslitið.

HB hevur longu tryggjað sær framhaldandi pláss í deildini, og FS Vágar fekk ivaleyst ein kvøkk, sum fer at gera, at teir fara at ansa sær, tá hvalbingar komandi sunnudag koma til Sandavágs.