FS Vágar sekkjar venjaran

Á fundi mánakvøldið tók nevndin hjá FS Vágar04 avgerð um, at venjarin hjá felagnum ikki framyvir skal eita Bill McLeod Jacobsen.
Bill gjørdist venjari hjá felagnum í fjør, og sum heild vóru partarnir tá væl nøgdir um samstarvið.
Hetta kappingarárið skuldi so vera árið, har fetið varð tikið upp í Formula-deildina, men higartil hevur als ikki gingið eftir vild. FSV04 er í løtuni á fjórða plássi í kappingini  seks stig frá einum uppflytingarsessi.
Í tíðindaskrivi sigur nevndin í felagnum, at tey eru bæði fegin og takksom fyri arbeiðið, sum Bill hevur gjørt fyri felagið.
- Hann hevur gingið sera høgt upp í starv sítt sum venjari felagsins, og hevur avgjørt sett síni fingramerki á felagið, eisini í truplum umstøðum við nógvum skaðum, ljóða boðini frá nevndini.
Nýggjur maður í venjarasessinum verður Jógvan Hendrik Samuelsen, ella Hegga, sum hann verður nevndur. Hegga hevur tey bæði seinnu árini virkað sum hjálparvenjari hjá FS Vágum.