Fótbóltur
Tað er so avgjørt ikki bert í hondbóltskappingini, at útlendskir leikarar seta sín dám á førooysku landskappingina. Ymsu fótbóltsfeløgini í landinum hava seinnu árini havt fleiri útlendingar í hópinum, og vágamenn eru so avgjørt ikki nakað undantak í so máta.
Tá teir í fjør aftur skuldu royna seg í bestu deildini, styrktu teir um hópin við fýra litavum, sum venjarin, Kestutis Latosha, hevði við sær til landið. Hóast úrslitið kanska kundi verið betri, so eydnaðist FS Vágum at lívbjarga sær í bestu deildini, og aftur komandi kappingarár er líkt til, at liðið verður styrkt við útlendingum.
Álvur Samuelsen, formaður í FS Vágar, váttar fyri Sosialinum, at í øllum førum tríggir, og møguliga fýra útlendskir leikarar verða á liðnum, tá farið verður í gongd við landskappingina.
- Tveir leikarar eru komnir til landið, og ein triði kemur allar helst í hesi vikuni, sigur Álvur, tá vit spyrja hann um hetta.
- Teir báðir, sum eru komnir til landið, eru úr ávíkavist Letlandi og Moldova, og skulu teir ætlandi nýtast í verjuni og á miðvøllinum, greiðir formaðurin frá.
Víðari sigur hann, at ein málverji væntandi fer at koma til landið í vikuni, men at tað enn ikki er gjørt av, hvør hesin verður. Valið stendur millum ein letlendskan og ein litaviskan leikara, men tá vit mánamorgunin tosaðu við Álv Samuelsen, visti hann enn ikki at siga, hvør av hesum fór at verða knýttur at felagnum.
Álvur ásannar, at útlendingarnir eru neyðugir, um felagið skal standa seg í deildini, og hann vil ikki á nakran hátt útiloka, at talan verður um enn ein útlendskan leikara.
- Tað er væl møguligt, men enn er einki gjørt av í hesum sambandi, sigur hann.
Kavin órógvar
Um fyrireikingarnar til árið heldur Álvur annars, at nógvi kavin so avgjørt ikki skumpað undir hugin hjá leikarunum at venja.
- Eg má siga sum er, at uppmøtingin so avgjørt ikki hevur verið góð, síðani farið varð undir venjingina 1. februar. Sjálvandi hevur kavin havt nógv at siga, men tað harmar meg, at hugurin ikki hevur verið betri, sigur Álvur.
Um vónirnar til komandi kappingarár sigur Álvur, at tær munnu vera á eini leið, men hann ásannar tó, at talan helst aftur verður um eitt strævið ár.
Í fjør megnaði liðið í summum dystum at spæla upp móti teimum bestu, fyri síðani at missa móti teimum liðum, sum tað var neyðugt at vinna á, og hetta er eisini nakað, sum formaðurin er greiður um.
- Vit fingu javnleik móti bæði VB og NSÍ á heimavølli, meðan vit vunnu heimadystirnar móti B68 og GÍ. Tú kanst væl siga, at tað vóru skeivu dystirnir, sum vit vunnu, tí í fleiri førum taptu vit so móti hinum botnliðunum. Júst teir dystirnir, sum eru týdningmiklir at vinna, sigur formaðurin hjá vágamonnum at enda.