FS Vágar nærkast 1.deild

Nú skal standa rættiliga illa til, um FS Vágar ikki verður í 1.deild komandi kappingarár.

Við einum sannførandi 4-0 sigri á HB leygardagin, tók FS Vágar eitt risa stig ímóti uppflyting til 1.deild.

Størsti kappingarneytin til fyrsta plássið í aðru deild, Sumba, tapi sín dyst, so nú skal standa illa til, um vágaliðið ikki verður at síggja í fremstu føroysku fótbóltsdeildini komandi kappingarár.

FS Vágar nógv betri
FS Vágar var nógv tað betra liðið á vøllinum í Sandavági leygardagin. Meðan tað í fyrra hálvleiki leikaði nøkunlunda javnt á, so var heimaliðið nógv betri í seinna hálvleiki. Vágaliðið hevði fleiri málmøguleikar, og úr Vágum verður sagt, at sigurin kundi verið væl størri.

Tað kom bert eitt mál í fyrra hálvleiki, og kom tað beint fyri hálvleik. Úr 20 metra fjarðstøðu, eydnaðist Bjarna Prior við góðum skoti, sum rakti innarsíðuna av stongini, at leggja FS Vágar frammum.

Hálvleiksleiðslan var eisini uppiborin, tí vágamenn høvdu yvirvág í spæli, vóru eisini meira ágangandi enn gestirnir úr Havn. Úr Vágum verður sagt, at serliga í fyrstu tjúgu minuttunum í fyrra hálvleiki hevði heimaliðið fleiri málmøguleikar, men í mál vildi bólturin ikki.

Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so var FS Vágar-framherjin, Bjarni Prior, aftur á blettinum. Eftir innlegg úr vinstru, er Bjarni fyrstur við nærmastu stong, og kundi leggja FS Vágar frammum 2-0.

Í seinna hálvleiki var stórur munur á liðunum, og úr Vágum verður sagt, at HB hevði sera lítið at bjóða uppá, og at álopini skolaðu oman á HB-málið. Tá góður tími var farin av dystinum, økti Kim Poulsen um leiðsluna. Hann snýtti fleiri HB-verjuleikarar, og varð leysur við HB-málverjanum, og kundi lættliga leggja bóltin framvið málverjanum til støðuna 3-0.

Kim var aftur upp á spæl løtu seinni, og aftur hesaferð snýtti hann fleiri HB-verjuspælarar, og ótarnaður økti hann enn einaferð um leiðsluna.

Ikki fleiri mál komu í dystinum, hóast málmøguleikar vóru til tess, og við sigrinum er FS Vágar nú átta stig frammanfyri nummar tvey.

HB niðast
Við ósigrinum er annað lið hjá HB á niðasta plássinum í 2.deild, og hava havnarmenn tapt allar dystirnar í seinnu hálvu. Komandi vikuskiftið koma runavíkingar á vitjan í Gundadali, og tá fær HB møguleika at venda ringu gongdini seinastu dystirnar.

Komandi vikuskiftið fær FS Vágar vitjan av B71,og fær vágaliði fulla úrtøku, so eru teir nærum tryggjaðir uppflyting. Teir eru í løtuni níggju stig frammanfyri sandoyingar, og við einum sigri, verða 12 stig á muni, við bert 15 møguligum stigum at spæla um, so tá skal vera løgið, um FS Vágar ikki verður at síggja í 1.deild komandi ár.

Dysturin í tølum:
FS Vágar-HB 4-0 (1-0)
1-0 Bjarni Prior
2-0 Bjarni Prior
3-0 Kim Poulsen
4-0 Kim Poulsen