FS Vágar fingið høvuðsstuðul

Vatnsoyra Snikkaravirki verður høvuðsstðul hjá FS Vágum. Avtala varð undirskrivað leygarmorgunin

Vatnsoyra Snikkaravirki og FS Vágar hava avtalað,at Snikkaravirkið verður høvuðsstuðul hjá FS Vágum. Hvat avtalan gevur í peningi, vilja partarnir ikki upplýsa.
Heðin Poulsen, sum vegna Vatnsoyra Snikkaravirki skrivaði undir avtaluna, sigur, at fyritøkan nú fær ein góðan møguleika at lýsa við síni framleiðslu, sum í høvuðsheitinum er H vindeygað, ið eisini verður tað, sum fer at mynda leikbúnarnar hjá FS Vágum.
?Vit hava altíð hildið, at tað er rætt at stuðla ítróttinum i oynni, og nú hava vit valt at gera hesa avtaluna, sum vónandi fer at geva báðum pørtum nakað, sigur hann.
Formaðurin í FS Vágum, Árni Jacobsen, fegnast um avtaluna. Hann er serliga fegin um, at tað er eydnast at fáa ein høvuðstuðul úr oynni.
FS Vágar hevur eisini aðrar stuðulsavtalur ávegis. Eitt nú fer Sandavágs Timburhandil og Kovin framvegis at hava síni búmerki á venjingarbúnunum hjá fótbóltsliðnum i fyrstu deild. Aðrir stuðlar fara at lýsa á búnunum hjá yngru deildunum. Sum til dømis Restorff's bryggjarí, har SISU og ASSU fara at síggjast á leikarabúnunum.