FS Vágar dregur frá

Í einum ikki serliga vælleiktum dysti leygardagin, vann FS Vágar tepurt á KÍ

Sum landskappingin í 2.deild hjá monnum líður út, gert meira og meira greitt, at tað verður felagsliðið úr Vágoynni, ið skal spæla í fyrstu deild komandi ár. Meðan hini liðini í deildini hava torført at halda nakað støði, so hava vágamenn verið støðugir alt kappingarárið, og liggja langt fremstir í 2. deild

Stóra leikliga yvirvág
Leygardagin høvdu vágamenn vitjan av klaksvíkingum, og heldur ikki KÍ megnaði at standa vágaliðnum kurl. FS Vágar høvdu greiða leikliga yvirvág allan dystin, meðan KÍ dúgaði uppá mótálop.

Dysturin var ikki serliga vælleiktur, og úr Vágum siga tey, at langt var ímillum málmøguleikarnir. FS Vágar hevði toført við at spæla seg ígjøgnum eina vælskipaði KÍ-verju, við jugoslavanum, Alexander Djordjevic, sum stýrimanni.

Alexander Djordjevic er júst heimafturkomin úr Jugoslavia, og hevur tí ikki vant tað stóra, og hetta var orsøkin til, at hann ikki var á besta liðnum hjá KÍ í vikuskiftinum.

Tað kom eisini bara eitt mál í dystinum, og tað fekk heimaliðið. Brasiliumaðurin, Silva, slapp ígjøgnum í vinstra bori, og legði bóltin fyri føturnar á John Johansen, sum við góðum skoti kundi leggja FS Vágar frammum 1-0.

Eftir málið dovnaði FS-Vágar nakað, og hetta gav klaksvíkingum nakrar málmøguleikar, sum kundu, við eitt sindur av hepni, givið mál. Gunnleivur Biskupstøð var nær við eini tvær reisur, men hann var ikki nóg kaldur frammanfyri FS-Vágar-málinum, og tí spurdist onki burturúr.

Við sigrinum er FS Vágar framvegis greitt oddalið í næstbestu deildini, og lítið røkist fyri, at nakar fer at hótta teimum uppflytingina. Hjá KÍ hevði ósigurin við sær, at teir liggja nú í miðjuni, og har er tað skjótt báðar vegir, tí frástøðan millum oddin og botnin í 2.deild er ikki stór.

Dysturin í tølum:

FS-Vágar-KÍ 1-0 (0-0)
1-0 John Johansen