Løgmanssteypið
Treytirnar vóru greiðar, tá TB og FSVágar hittust á Sevmýri leygardagin. Tað var longu undan dystinum greitt, at EB/Streymur hevði fingið stig í Gøtu, og tí skuldi heimaliðið vinna dystin, um teir skuldu vinna seg víðari úr bólkaspælinum, meðan gestirnir hinvegin kundu standa seg við javnleiki, um Skála ikki fekk nakað úr dystinum í Havn.
Trýst frá TB
Fyrra hálvleik var tað eisini heimaliðið, sum átti størsta trýstið. Kanska var talan ikki um so øgiliga væl skipað fótbóltsspæl, men talan var tó um eitt ávíst trýst, sum tó ikki kastaði nakrar opnar málmøguleikar av sær.
Gestirnir royndu hinvegin í størstan mun at halda fast í verjupartinum, meðan teir ikki løgdu so øigligt fyri í álopspartinum, men í seinna hálvleiki tók tó spakuliga at bragda hjá teimum.
Spakuliga otaðu teir seg longur niðan á TB-hálvuna, og stutt inn í seinna hálvleik løgdu teir seg eisini á odda. Hetta kom, eftir at Jens Erik Rasmussen í fyrsta umfari hevði roynt seg við skotið av brotsteigarmarkinum. TB-málverjin bjargaði, men hann helt ikki skotinum, og so var Bjarni Prior fyrstur á returinum.
Hetta fekk aftur gestirnar at leggja seg longur aftur á vøllin, og so var talan um eitt trýst frá heimaliðnum, tað sum eftir var.
Eitt mál spurdist eisini burtur úr hesum, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá hann metti, at hond var á bóltinum inni í brotsteiginum. Vágamenn vóru alt annað enn fegnir um avgerðina, men mótmælini hjálptu lítið, og Zoran Mancic var ósvikaliga tryggur, tá brotssparkið skuldi skjótast.
Seinastu 20 minuttirnar av dystinum ráddi soleiðis um hjá TB at fáa enn eitt mál, men hóast nógv trýst, so eydnaðist teimum ongan tíð at koma fram til teir heilt stóru málmøguleikarnar.
Vágamenn frættu undir dystinum eisini úr Havn, hvussu málini hjá HB skolaðu inn móti Skála, og tí vistu teir, at javnleikurin var nóg mikið. Eisini hóast onkur eftir dystin hevði hug at ivast í, hvussu alt hetta við trý?arum og meira skuldi gerast upp, nú bólkaspælið var lokið.
Hvussu er og ikki, so eru vágamenn nú í fjórðingsfinaluni, og tó at mótstøðan her kann tykjast dekan ov sterk, so fara teir við góðum treysti til Runavíkar fríggjadagin komandi.
Dysturin í tølum
TB-FSV 1-1 (0-0)
0-1: Bjarni Prior
1-1: Zoran Mancic