Ukraina er størsti einstaki keyparin av norskum seiði. Á øðrum og triðja plássi koma Kina og Rusland Útflutningurin av norskum seiði er nógv vaksin higartil í ár, og bara í mai øktist nøgdin við 4.200 tons í mun til sama mánaða í fjør. Hetta er meira enn ein tvífalding.
Í mai fingu norskir útflytarar í miðal 7,91 norskar krónur fyri kilo, og hetta er eini 70 oyru minni, enn miðalprísurin annars hevur verið í ár.
Ongantíð áður hava norskir útflytarar selt so nógvan seið ein einstakan mánaða sum í mai í ár, tá samlaðu nøgdirnar lógu um 8.000 tons.
Tað er Ukraina, sum keypir størstu nøgdirnar, og higartil í ár hevur landið keypt 8.265 tons av samlaða norska útflutninginum, sum er 27.980 tons.
Keyparar í Ukraina gjalda eisini rímiliga væl fyri seiðin, og hóast nøgdirnar, sum landið hevur keypt higartil í ár eru tvífaldaðar í mun til somu tíð í fjør, hevur hesin marknaðurin ikki verið fyri prísfalli.
Næststørsti keyparin av norskum seiði er Kina við tilsamans 4.633 tonsum higartil í ár, og á einum triðja plássi kemur Rusland við tilsamans 4.504 tonsum.
Í juni útflutti Noreg sløk 6.000 tons av seiði fyri ein miðalprís, sum var 7,31 norskar krónur fyri kilo.
Í Føroyum tosa vit ikki um seið í landingum, bara um upsa. Á myndini sæst, at fiskurin er smáur, og lítið man vera at ivast í, at ein stórur partur av hesum verður veiddur við nót inni á norsku firðunum.
Men hetta gevur inntøkur til smærri fiskiførini.
Herfyri endurgóvu vit grein úr FiskeribladetFiskaren, har smærri skip høvdu fiskað fyri fleiri og tjúgu miljónir í fjør, harav ein partur av veiðini var seiður.