Frystur laksur seldur sum feskur

Sjórin í Ísbú í Føroyum sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan lat sending av frystum laksi fara av landinum, hóast tey vistu, at pappírini søgdu, at talan var um feskan laks

sHeilsufrøðiliga Starvsstovan góðtók at onnur vøra enn tann, sum veruliga var í pakninginum, varð skrivað á útflutningsskjølini.

»Heilsufrøðiliga Starvsstovan visti, at talan var um frystan laks, hóast pappírini søgdu, at tað, sum útflutt varð, var feskur laksur.«

Hetta sigur Martin Hendriksson, stjóri í Ísbú í Føroyum, í viðmerking til, at Ísbú brúkti framleiðaranummarið hjá Vestsalmon í samband við egnan fiskaútflutning.

»Tað er einki heilsufrøðiligt óforsvarligt í hesum,« verður sagt av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.


Misskiljing

Martin Hendriksson sigur, at hann metir alt málið at vera eina misskiljing. Men hann dugir ikki at siga, hvar hon er íkomin.

Talan var um eina sending av sekunda laksi, hann hevði keypt frá trimum seljarum. Einum í Fuglafirði, einum í Gøtu og so frá Vestsalmon. Hann visti ikki, hvar laksurin var kruvdur, men hann lá allur á frystigoymslu hjá Vestsalmon í Kollafirði. Tað var eisini Vestsalmon, sum syrgdi fyri, at vøran kom til Havnar, haðani hon skuldi avskipast, greiðir Martin Hendriksson, stjóri í Ísbú í Føroyum, frá.

»Tað kann gott vera, at alt varð sent undir nummarinum hjá Vestsalmon,« sigur Martin Hendriksson.

Tað, sum hendi, var, at ein keypari skuldi hava feskan laks, men Ísbú kundi bara lata frystan.

Tí varð tann frysti laksurin koyrdur í kølibingju og skuldi sendast avstað. Skipafelagið Føroyar stóð fyri øllum pappírsarbeiðinum, og av tí, at sendingin var í kølibingju, stóð hon uppførd sum fesk vøra, hóast fiskurin var frystur.

»Ætlanin var so,« sigur Martin Hendriksson, » at laksurin skuldi tiðna upp á vegnum og koma á marknaðin sum feskur.«

Men eftirlitsmaðurin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni kom fram á sendingina og varð varðugur við, at Vestsalmon ikki hevði loyvi at senda feskan laks av landinum tann dagin. Hetta hevði okkurt við koppseting at gera, sigur Martin Hendriksson.


Gekk kortini

So varð farið í holt við Starvsstovuna.

Har var einki at gera at byrja við. Men tá Martin Hendriksson so hevði greitt Starvsstovuni frá, at talan var um frystan laks, sum bara var skrivaður sum feskur, fekk hann at vita, at alt var í lagi, sigur Martin Hendriksson.Hann fekk at vita, at var fiskurin frystur, kravdist einki loyvi, sigur hann.

Og sostatt kundi hann gott senda frystan fisk av landinum, hóast hann var sagdur at vera feskur. Við vitan Heilsufrøðiligu Starvsstovunnar, sigur Martin Hendriksson, stjóri í Ísbú í Føroyum.

Tað er rættiliga óvanligt, at frystur laksur verður sendur av landinum sum feskur, verður sagt av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Men tað er einki heilsufrøðiligt óforsvarligt í tí. Tað er kølitemperatururin, sum avger góðskuna, og verður hann hildin, er í lagi.

Men tað er í grundini ikki rætt at selja frystan laks sum feskan, um keyparin ikki er gjørdur varugur við hetta, verður sagt av Starvsstovuni.

Í hesum førinum skilst, at seljari og keypari høvdu rættiliga gott samband, og hvør visti av øðrum.

Annars verður sagt av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at tá feskur laksur verður avskipaður skal ein tøkufráboðan fyriliggja. Soleiðis, at Starvsstovan kann fylgja við, at tað ikki er nýliga heilivágsviðgjørdur fiskur, sum tikin verður.

Er hinvegin talan um frystan fisk, sum útfluttur verður, verður roknað við, at tað eftirlitið er gjørt, tá fiskurin varð tikin.


Liðugur í Føroyum

Martin Hendriksson er framvegis stjóri í felagnum Ísbú í Føroyum. Men tað er bara proforma, sigur hann.

Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík, hevur yvirtikið alt tað praktiska, sum verður at gera við at rudda upp eftir Ísbú í Oyndarfirði.

Tað er Jens Valdemarsson, sum skal til at fáa skil á skuldina, Ísbú hevur upparbeitt hesa tíðina, felagið hevur virkað í Føroyum.

Martin Hendriksson sigur, at hann eigur triðingin av partapeninginum í Ísbú í Føroyum, men hann roknar tann peningin sum mistan. Samlaði partapeningurin er kr. 100.000,-.

Í løtuni arbeiðir Martin Hendriksson hjá eini fyritøku í Gøteborg, sum fæst við fiskahandil.

Martin Hendriksson noktar blankt fyri, at hann er millum teirra, sum ætla at leiga virkið hjá Nósa í Oyndarfirði aftur.

Hóast vælvitandi keldur hava sagt fyri Sosialinum, at hann hevur eitthvørt við hesa ætlan at gera, avvísir hann púra, at so er. Men hann tykist tó kenna eitt sindur til ætlanina.

»Tað kann gott vera, at onkur ætlar at leiga virkið, men eg eri ikki við. Eg eri liðugur í Føroyum,« sigur hann.