Størstu nøgdirnar, sum seldar vórðu á Fiskamarknaði Føroya í gjár, var frystur gulllaksur, sum fekk góðan prís, 5,30 krónur fyri kilo. Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár sløk 120 tons fyri 1,1 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 9,21 krónur fyri kilo.
Størsta einstaka nøgdin var gulllaksur, sjálvt um hetta ikki er gulllaksatíð.
Á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya sæst, at tað er ísfiskatrolarin Vestmenningur, ið hevur selt hendan fiskin, sum er veiddur 15. mai í fjør.
Talan var um tilsamans 59 tons av gulllaksi, sum fóru fyri miðalprísin 5,30 krónur fyri kilo, og tað er ein nógv betri prísur, enn gulllaksaskipini vanliga fáa fyri fiskin.
Fiskurin hjá Vestmenningi hevur helst ligið á goymslu síðan vertíðina í summar, og hugsandi er, at hesin skal um góðkenda uppboðssøluskipan, áðrenn hann kann seljast av landinum.
22 tons av toski vórðu eisini seld á Fiskamarknaðinum í morgun og sløk 20 tons av hýsu.
8 tons vóru av toski 3, sum fekk miðalprísin 15,68 krónur fyri kilo. Miðalprísurin fyri besta toskin ? tosk 1 ? var 28,55 krónur fyri kilo.
Størstu nøgdirnar av hýsu, vóru í støddini hýsa 2, sum fekk miðalprísin 12,35 krónur fyri kilo.