Fullveldislandsstýrið, sum sat frá 1998 til 2002, er tað landsstýrið av øllum landsstýrum, sum hevur móttikið flestar krónur úr danska statskassanum.
Sjálvstýrislandsstýrið, sum tók við í juni 2002, er fyrsta landsstýri, sum longu tað fyrsta árið í valskeiðinum hevur tryggjað sær, at blokkstuðulin ikki minkar í fýra ár.
Hetta er ótrúligt, tí júst hesi bæði landsstýrini (sum stórtsæð eru mannaði við somu flokkum), hava nú í hálvtfimta ár trúttað niður í føroyingar, at blokkstuðulin er av tí ónda.
- Ikki tí - sum sam-bandsmaður frøðist eg um, at tað nú eisini er gingið upp fyri øðrum flokkum, hvussu skilaleyst tað er at frásiga sær eina trygga inntøku.
Hvar fór skiftistíðin
Tá yvirtøkulógin varð viðgjørd í Løgtinginum varð sagt, at trupulleikin hjá landsstýrinum var, at danska stjórnin vildi bara gera avtalur um blokkstuðulin fyri eitt ár í senn. Av hesi orsøk bar ikki til hjá landsstýrinum at leggja skiftistíðina yvir til ein sjálvberandi búskap til rættis. Men nú hava danska stjórnin og landsstýrið kortini gjørt avtalu fyri fýra ár, so nú skuldi tann trupulleikin verið beindur av vegnum. Men nú torir landsstýrið ikki at minka blokkin meira, tí hóast føroysku skattainntøkurnar eru methøgar, so røkka tær koritini ikki til nakra skiftistíð.
Vaskikonan á Vesterbro
Vit hava mangan hoyrt frá loysingarflokkunum um stakkals "vaskikonuna á Vesterbro", sum av sínum hærtvunnu krónum má rinda skatt, sum danska stjórnin sendir víðari til Føroya sum blokkstuðul.
Men hvat ger sjálvstýrislandsstýrið? Teir fastfrysta blokkin (tryggja sær, at vaskikonan vaskar í minst fýra ár afturat), meðan teir við hinari hondini lova føroyingum skattalætta. - Ella fyri at brúka teirra egnu myndatalu: Danska vaskikonan skal gjalda føroyska skattalættan!
Eg eri samdur við landsstýrinum í tí, at tað er ikki ráðiligt at minka blokkstuðulin, nú fíggjarlógin ikki fæst at hanga saman. Men hvussu Sjálvstýrislandsstýrið so ætlar at geva føroyingum skattalætta sum skal fíggjast við sparingum á somu fíggjarlóg, tað er mær ein gáta.
?Men blokkurin er tryggjaður
?skattalættin er væl á veg
?so danska vaskikonan má royna at hanga í sum frægast.