Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn O. Jacobsen, sigur, at nú frystigoymslan er flutt 80 metrar longur norður, verður atløgubryggjan í Ánunum longd við 100 metrum Frystigoymslan, sum Christian í Grótinum, JFK-Trol og Faroe Ship í felag byggja í Ánunum í Klaksvík, eru nú so smátt við at taka skap norðaliga á havnaøkinum.
Tað er Klaksvíkar kommuna, sum hevur staðið fyri útfyllingini og planeringini av økinum, og tað er eisini kommunan, sum hevur latið fundamentið undir goymsluni stoypa.
Byggifyritøkan Maltek við Andriasi Josephsen, stjóra, hevur gjørt planeringsarbeiði og hevur stoypt fundamentið.
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at leigusáttmáli verður gjørdur við feløgini, sum lata goymsluna byggja. Sáttmálin fevnir um lendið og fundamentið.
Nýggja frystigoymslan stendur ætlandi liðug um mánaðarskiftið februar/ mars komandi ár og fer væntandi at kosta einar 30 miljónir krónur at byggja.
Sjálv goymslan verður einar 3.500 fermetrar til støddar, men partur av bygninginum verður í tveimum hæddum.
Feløgini, sum byggja goymsluna, skulu øll hava egin skrivstovuhølir í ovaru hæddini, sum vendur oman móti sjónum.
Tað er norska felagið Huurre, ið selir goymsluna sum byggisett, og tað er eisini hetta felag, sum stendur fyri uppsetingini.
Nú frystigoymslan er flutt 80 metrar longur norður, verður atløgubryggjan í Ánunum longd við 100 metrum, soleiðis at samlaða longdin av atløgusíðu í Ánunum verður 300 metrar.
Parturin hjá Klaksvíkar kommunu í verkætlanini higartil liggur um 5 miljónir krónur.