Frysti í hel

Myndugleikarnir í Kanada funnu leygardagin líkið av einum manni í hjólrúminum á einum flogfari í floghavnini í Toronto.
Kanadiska løgreglan sigur, at maðurin hevði fjalt seg í hjólrúminum, áðrenn flogfarið fór úr Dominikanska Lýðveldinum til Toronto. Ein talsmaður hjá løgregluni sigur, at maðurin er um 30 ára aldur, men tað er ikki greitt, hvør hann er, ella hvaðani hann er.
Kanadisku myndugleikarnir siga, at tað hendir meiri enn so, at fólk fjala seg í hjólrúminum á flogførum, sum flúgva til Kanada. Hetta er ein sera vandamikil ferðarháttur, tí tað er sera kalt í hjólrúminum. Nøkur sleppa frá ferðini á lívi, meðan onnur frysta í hel. Herfyri varð líkið av einum manni funnið í hjólrúminum á einum flogfari, sum var komið úr Afrika til Kanada.