Frysta lodnu til matna

- Vit fara fyri fyrstu ferð at frysta lodnu til matna, tá ið vit fara í íslendskan sjógv um hálvan februar, sigur Bogi Rasmussen, skipari á Norðborg

Fiskivinna

 

Royndirnar hjá Norðborg at virka og frysta svartkjaft til matna eru ikki tær einastu, sum liggja í kortunum hjá teimum, sum eiga skipið.

Bogi Rasmussen, skipari, sum er sonur Kristian Martin Rasmussen, sigur, at tá ið teir fara í íslendskan sjógv at royna eftir lodnu væntandi um hálvan februar, fara teir eisini – og fyri fyrstu ferð – at heilfrysta lodnu til matna.

- Íslendingar hava ikki viljað latið føroysk verksmiðjuskip virka lodnu umborð, sum er veidd í íslendskum sjógvi, men nú hava teir slept hesum.

 

Serligur marknaður

Skiparin sigur, at heilfryst lodna hevur ein serligan marknað í Japan, og íslendingar hava í nógv ár sent lodnu hagar.

Hann heldur, at íslendingar hava stúrt fyri, at føroyingar eisini fóru at senda fisk á henda marknaðin, um loyvi varð givið til at frysta lodnu umborð á føroyskum skipum.

Japanski marknaðurin er í hesum føri avmarkaður til vertíðina, tá ið hon-fiskurin ber rogn.

Bogi vísir á, at fiskurin, sum japanesarar vilja hava, bert kann fiskast í einar tvær vikur ella so, meðan rognini eru best.

- Hetta er ein góður, men eisini heilt serligur marknaður í bestu vertíð, og treytin hjá japanesarum er, at fiskurin er júst, sum teir vilja hava hann at vera.

 

Kann miseydnast

Skiparin sigur, at hesin marknaður miseydnaðist í fjør, tá ið ov nógv æti var í fiskinum.

- Men er fiskurin hin rætti, gjalda japanesarar eisini væl fyri vøruna.

Bogi Rasmussen sigur, at hann-fiskurin, sum ikki fer til Japans, í staðin fer í tangar og verður landaður til ídnað.

- Tað er tí ikki soleiðis, at fiskur, sum fellir frá, fer til spillis, leggur hann aftrat.