Fótbóltur
Brian Kerr hevur eitt gott umdømi í Írlandi, og hann hevur góð úrslit at vísa á.
Tað sigur Emmet Malone, sum er ítróttarjournalistur á stóra írska blaðnum Irish Times.
- Eftir at hann gavst sum landsliðvenjari, hevur Brian Kerr ikki viljað tikið nakað írskt felag á seg, tí hann hevur helst hildið tað verið eitt afturstig fyri seg. Kerr hevur verið upp á tal til ymisk størv í Onglandi og Skotlandi, og eitt skifti varð tosað um, at hann skuldi verða leiðari fyri ungdómsdeildina hjá Liverpool, sigur Emment Malone við Rás2.
- Kerr verður mettur sum ein venjari, sum dugir at skipa síni lið. Hann dugir væl at fáast við ungar spælarar, og írskir spælarar sum Robbie Keane og Damien Duff hava nógv gott at bera honum. Hann hevur havt stóra ávirkan á teirra yrkisleið.
Emmet Malone sigur, at sum persónur er Brian Kerr sera fryntligur og lættur at fáast við, men hann kann eisini verða harður við sínar spælarar.
- Tá hann hevur havt ósemjur við sínar spælarar, hevur hann havt ilt við at fyrigeva teimum, sigur Emmet Malone, sum heldur, at føroyingar fara at verða glaðir fyri Brian Kerr.