Sjálvsagt var tað ein vónbrotin Todi Jónsson, sum føroysku tíðindafólkini hittu eftir dystin í Parkini. Vónbrotin um úrslitið, og kanska eisini um tað, at hann ikki slapp at byrja millum teir fyrstu ellivu á vøllinum.
Spurdur um hetta segði hann, at hann fekk boðini frá venjaranum dagin fyri dystin, men í aðrar mátar vildi Todi ikki gera nakrar viðmerkingar um, hví hann varð settur á beinkin. Heldur ikki var nakað at frætta, tá vit spurdu, um hetta var gjørt fyri at spara hann, soleiðis at hann ístaðin kundi byrja inni sunnudagin.
Frustrerandi
Um sjálvan dystin mátti Todi sjálvandi viðganga, at tað var ógvuliga frustrerandi at sita á beinkinum. Ikki minst tá tað gekst somikið illa í hond hjá liðfeløgunum.
- Nú veit eg ikki, um tað hevði broytt nakað, um eg var við, tí í fyrra hálvleiki var snøgt sagt einki skil á hjá okkum. Teir fáa eitt heppið mál til 1-0, og tá teir so beint eftir hetta skora til 2-0 við einum annars flottum máli, so steðgaði alt upp hjá okkum.
Fyri stuttum hevði FCK annars vundið burtur úr OB. 4-0 endaði dysturin millum liðini í landskappingini, men Todi helt tó ikki, at hetta hevði nakað at týða.
- Tað er í øllum førum ikki soleiðis, at vit undirmettu teir ella nakað. Teir vóru bara betri enn vit í dag.
Klárir sunnudagin
Eitt er vónbrotið, sum hósdagurin kastaði av sær. Annað er, at longu sunnudagin skulu FCK-leikararnir aftur í eldin, tá stórdysturin móti Brøndby er á skránni. Ein dystur, sum uttan iva fer at gera av, hvat lið kann rópa seg danskan meistara, tá kappingarárið er liðugt.
At hava tveir somikið týdningarmiklar dystir innan fýra dagar, kann sjálvandi órógva, men í FCK halda teir tó ikki, at hetta er so.
- Eg skal ikki siga, at onkur innast inni hevur hugsað eitt sindur um báðar dystirnar. Men vit eru yrkisleikarar, sum skulu duga at taka ein dyst í senn, og so mugu vit bara gloyma alt annað.
- Men tað skerst ikki burtur, at talan er um stórdyst sunnudagin. Í dag taptu vit so steypafinaluna, men meistaraheitið er hóast alt størri, so tann dystin skulu vit vinna.
Men við tveimum somikið týdningarmiklum á rað. Er tað tá ikki vandi fyri, at tit ikki fáa løtt battaríini til sunnudagin?
- Ikki í hesum førinum. Eg skal ikki siga, at tað hevði ringt at sett seg upp, um vit skuldu hitt Viborg á útivølli, men tá talan er um dyst móti Brøndby, so er tað eingin trupulleiki. Tá verða vit allur 100% klárir, segði Todi at enda, áðrenn hann saman við liðfeløgunum fór inn til døgurðan, sum DBU skipaði fyri. Ein døgurði, har tað uttan iva var stórur munur á, hvussu huglaðið í teimum báðum fótbóltslegunum var.