Frustratiónin er stór

- Hetta er eitt neyðarróp. Eitt neyðarróp um vánaligu støðuna innan eldrarøktina. Tað sigur Rúna Sivertsen, forkvinna í Eldramálinum, sum aftur í gjárkvøldið skipaði fyri almennum fundi fyri at varpa ljós á støðuna innan eldrarøktina.

Eldramálið er ein áhugafelagsskapur, hvørs endamál er at vera røddin hjá teimum, ið hava tørv á eldrarøkt og teirra avvarandi.

Okkurt um 100 fólk vórðu møtt á fundinum, sum Eldramálið skipaði fyri í Løkshøll í Runavík í gjárkvøldi.

Ætlanin at leggja niður átta røktarheimspláss í Eysturoynni fekk nógva umrøðu á fundinum í gjárkvøldi. Fundarfólkini, nógv teirra avvarandi hjá fólki við tørv á eldrarøkt, søgdu seg vera ørkymlað av støðuni.

Hoyr samrøðu við Rúnu Sivertsen, forkvinnu í Eldramálinum, her: