Frumsýning á Sandi av filminum Vetrarmorgun

Nýggi flmurin eftir Sakaris Stórá hevur heimsfrumsýning á Sandi komandi hóskvøld.

Hóskvøldið 12. september klokkan 20 verður bókasavnið á Sandi karmur um eina heimsfrumsýning.

 

Sakaris Stórá er klárur við nýggjum filmi, og frumsýningin verður á Sandi.

 

Fyrireikararnir siga, at kvøldið verður spennandi, men plássið er avmarkað. M.a. hevur verið frammi, at umframt spennandi leikarar og leikgongd, so er eisini talan um einastandandi soundtrack.

 

Sýning av filminum verður eisini seinni í Havn.

 

Atgongumerkir til komandi hóskvøld á bókasavninum á Sandi fáast við at fara inn á www.facebook.com/vetrarmorgun