Ein serfrøðingur í frumfólki, sum umboðar deildina hjá Brasilia, ið hevur við frumfólk at gera, nevnd Funai, er dripin av einum eiturørvi, sum frumfólk í einari Amazona-región skutu eftir honum.
Tað upplysir løgreglan í Brasilia.
Hin 56 ára gamli, Rieli Franciscato, hevði nýliga fingið til uppgávu at hava eyguni við framfólkabólkinum, róptur Isolados do Cautario, tá hann varð skotin við einum eiturørvi í bringuna.
Rieli Franciscato var á veg inn í økið, har hildið verður, at frumfólkini í Isolados do Cautario halda til, og hann doyði av eiturørvinum.
- Rieli Franciscato halgaði lív sítt til frumfólkini, sigur deildin hjá Brasilia, sum umboðar frumfólkini í landinum. Tey leggja aftrat, at stórur missur er í serfrøðinginum, sum nú ikki er meira.











