Mikudagin 14.november verður stuttfilmurin "Summarnátt" frumsýndur á Listasavninum á Sandi.
Hetta er fyrsti filmurin hjá Sakaris Stórá síðani virðislønta stuttfilmin "Passasjeren."
"Summarnátt" er ungdómsfilmur og snýr seg um 16 ára gomlu Mariu og Evu - Kærleika og vinarlag.
Filmurin, sum Sakaris Stórá hevur skrivað og leikstjórað, er tikin upp á Sandoynni.
Armgarð G. Mortensen og Renata Jensen hava høvuðsleiklutirnar.
Undan sýningini er stutt framløga, og eftir sýningina verður møguleiki at seta leikstjóranum spurningar um filmin.










