Frumsýning av føroyskum filmi

Sunnukvøldið verður Stev frumførdur í Klippfisk. Tað er unga filmstalenti, Andrias Høgenni, ið hevur skrivað og leikstjórnað Føroyski novellufilmurin ?Stev? verður frumsýndur sunnudagin 24. mai í

hølunum hjá Klippfisk á J. H. Schrøters gøtu 5 í Tórshavn. Tað er ókeypis at

síggja filmin, og øll eru vælkomin.

Andrias Høgenni hevur skrivað og leikstjórnað 36 minuttir langa filmin, sum

fer fram í Havnar gøtum ein sunnumorgun í apríl. ?Stev? er ein one-take

filmur, sum merkir, at filmurin er filmaður út í eitt uttan klipp. Talan er

um eina løtumynd av trimum ungum vinum, sum møtast, uppliva og tosa um mangt

og hvat innanfyri stutta tíðarskeðið

Høvuðsleikararnir í filminum eru: Óli G. Samuelsen, Herlon í Kálvalíð og Búi

Rouch. Blink Film hevur framleitt filmin í samstarvi við Klippfisk.