Klaksvík: Í løtuni stríðast leikarar og leikstjóri í Klaksvíkar Sjónleikarfelag við at fáa nýggjan leikin hjá felagnum upp á pláss.
Talan er um klassiska Ibsen-leikin Afturgongur, sum varð skrivaður seinast í 19. øld. Í leikinum eru fimm leikarar, og teir venja í løtuni dúgliga.
Laura Joensen leikstjórar leikinum, og ætlanin er at náa á mál komandi dagarnar.
Enn er frumsýningin ikki endaliga ásett, men ætlanin er, at hon verður síðst í komandi viku.
Leikurin verður sýndur í Atlantis, har Klaksvíkar Sjónleikarfelag heldur til.