Frumsýna fríggjadagin

Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer at frumsýna leikin Afturgongur fríggjakvøldið í Atlantis

 

Klaksvík: Nú verður nýggi leikurin hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag frumsýndur.

Fríggjakvøldið klokkan 20.00 verður leikurin Afturgongur, sum Henrik Ibsen skrivaði í 1881, spældur av fyrstan sinni í Klaksvík.

Teir fimm leikararnir hava seinastu dagar arbeitt miðvíst saman við leikstjóranum og øðrum hjálparfólki fyri at fáa leikin undir land, og tað hevur eydnast.

Ætlanin var upprunaliga, at leikurin skuldi sýnast fyrstu ferð í mars, men skifti av leikstjóra seinkaði leikinum.


Harmleikur

Leikararnir í Afturgongur eru Adelborg Linklett, Bjarni Ziska Dahl, Súni Svabo Samuelsen, Jógvan Brim Joensen og Eyð Matras.

Edvard Fuglø hevur gjørt pallmyndina, og Caroline Zantonique og Laura Joensen hava staðið fyri leikstjórnini av leikinum.

Leikurin, sum fer fram á einum harragarði í Vesturnoregi, er ein av kendastu leikunum hjá Henrik Ibsen, og talan er um ein klassiksan leik innan leiklistina. Leikurin verður róptur ein familjuharmleikur.