Frumframsýning av sjónbandalagi hjá Budam

Búi Dam er ein knassi av einum listamanni. Hann hevur ferðast runt í fleiri ymsum stílum í bæði sjónleika- og tónleikaverðini.
Seinasta verkætlanin hjá Búa Dam eitur Budam og hevur havt fresandi framgongd bæði her á oddunum eins væl og úti. M.a í Íslandi, har hann fyri tíð síðani framførdi fyri ongum minni enn forsetanum og nú í Belgia, har hann skal luttaka í føroyskum showcase tiltaki fyrst í mai. Um hetta mundið sleppa við føroyingar eisini at síggja hann, tá hann er live aktuellur í Norðurlandahúsinum.

 

Men fyrst skulu vit síggja eitt sjónbandalag frá honum! Tað er MARMAR (Marianna Mørkøre og Maria Arnell), ið hevur framleitt tað til lagið ?Clap Hands?.

 

Sjónbandalagið verður m.a lagt út á youtube og á myspace síðuna hjá Budam ein av komandi døgunum. Men allarfyrst skal tað frumframsýnast í Mentanartíðindunum í kvøld kl 19.20.

 

Vitja eisini Budam á myspace.com/budam