Frumframførsla í Gøtu kirkju

Sunnudagin 6. desember verður stórsligin konsert við Eystanljóð. Konsertin verður í Gøtu kirkju klokkan 17:00 og bjóðar eina fjølbroytta skrá við vælljómandi svenskum, donskum, týskum og enskum jólakórperlum, partvíst við orgli, partvíst a cappella.

 

Eisini verður ein frumframførsla við jólasatsi frá kórleiðaranum til sálmatýðing av Alexandur Kristiansen.

 

Luttakarar eru Eystanljóð undir leiðslu av Sámal Matras Kristiansen og orgulfylgispæli av Leif Hansen.

 

Ókeypis atgongd.