Í kvøld verður frumframsýning Norðurlandahúsinum av sangleikinum Audition.
Eins og undanfarnu uppsetingarnar av eitt nú FAME og Jesus Christ Superstar eru tað miðnámsskúlanæmingar, ið framføra nýskrivaða føroyska sangleikin Audition.
Uppsetingin er skipað sum eitt samstarv millum Føroya Studentaskúla & HF-skeið, Musikkskúlan, Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Havn, meðan næmingar úr øðrum miðnámsskúlum hava eisini stórar leiklutir, m.a. úr Handilsskúlanum á Kambsdali og úr Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoynni og í Klaksvík.
Audition er ein sangleikur um nøkur ungfólk, ið vinna sær rættin at umboða Føroyar í altjóða talentkappingini Audition. Leikurin fer fram upp til altjóða finaluna, sum fer fram í Ukrainska høvuðsstaðnum Kiev. Í einum spennandi og undirhaldandi meldri blandast altjóða politikkur, kærleiki og leitanin hjá teimum ungu eftir sínum egna samleika við ta hørðu kappingina um at vera kosin størsta ungdómstalent í Evropa.
Leikurin Audition er føroyskur og nýskrivaður. Dánial Hoydal hevur skrivað tekstin, og Tróndur Bogason hevur gjørt tónleikin. Annfinnur Heinesen leikstjórnar, Vígdis Hentze Olsen stendur fyri koreografi, og Hans Pauli Torgarð stendur fyri samanseting av tónleikinum.
Útselt er longu til fimm tær fyrstu sýningarnar. Seinasta sýningin verður tann 1. desember 2012.