Føroyska matstovan Frumbiti hevur í vikuni fingið altjóða heiður frá World Luxury Restaurant Awards, sum er eitt stempul uppá eina fína matstovu við høgum tænastustøði.
World Luxury Restaurant virðislønin viðurkennir matstovur úr øllum heiminum og leggur stóran dent á atmosferu- og tænastumatstovurnar. Fleiri matstovur vórðu heiðraðar, og Frumbiti var einasta matstovan úr Føroyum.
- Enn ein sigur á okkara vegi - vit takka mangar ferðir fyri stuðulin, skrivar Frumbiti á Facebooksíðu síni.
Í mars varð greitt, at Frumbiti varð tilnevnd virðislønina, og tá byrjaði atkvøðugreiðslan millum einstakar matstovugestir, sum høvdu møguleika at atkvøða fyri tilnevndu matstovunum.
Tá skrivaði World Luxury Restaurant Awards soleiðis:
- Frumbiti hevur ein óformellan og avslappaðan stíl, sum fokuserar upp á eina máltíð, sum verður deild millum matstovugestirnar. Hetta fær gestirnar at føla, sum teir eru komnir í eitt fjarskotið paradís uttan reglar - einans við reina órørda føroyska smakkinum.
##med2##