Frum gevur enn eitt staklag út: Hoyr tað her

– Vit mala gjøgnum alt lívið, men onkuntíð mala vit um onkran annan, sigur Frum um nýggja lagið

Frum er aftur frammi við einum nýggjum og spennandi lagi.

 

Lagið er Whirlpool, sum er liður í nýggju tónlistarligu tilgongdini hjá Frum, ið hevur nógv á skránni í 2025.

 

Whirlpool er skrivað í Noregi og er samframleitt við norska tónleikaframleiðaran Tord Stålheim Mortensen.

 

Lagið lýsir, hvussu tað kann kennast at verða drigin inn í ein meldur av kenslum og at gloyma seg burtur í eini hjartaíðu. Frum sigur soleiðis um nýggja lagið:

 

– Vit mala gjøgnum alt lívið, men onkuntíð mala vit um onkran annan.

 

Whirlpool er tøkt á øllum stroymingarpallum frá í dag.

 

Hoyr lagið her:

 

##med2##

 

Í nýggjasta Sosialinum er long samrøða við Jenný "Frum" Kragesteen. Les hana í blaðnum.