Frukt og grønt er sproytað við gifti

Frukt og grønt, sum vit keypa í handlunum, eru ofta sproytað við týningarevnum. Tað verður gjørt soleiðis at skaðadýr, sjúkur og illgras ikki oyðileggja grøðina.

Frukt og grønt, sum vit keypa í handlunum, eru ofta sproytað við týningarevnum. Tað verður gjørt soleiðis at skaðadýr, sjúkur og illgras ikki oyðileggja grøðina. 

 

Etur tú frukt og grønmeti, sum keypt er úr matvørunahandli, og sum ikki er vistfrøðiligt, so er sera sannlíkt at tú eisini etur týningarevni. 

 

Tær tíggju  fruktirnar og grønmeti við hægstainnihaldi av týningarevnum, sambært vísundarligari gransking, sum Environmental Working Group hevur gjørt, eru súrepli, tomatir, sellarí, piparfrukt, ferskur, kál, jarðber, agurk, nektarin og víndrúir.

 

Týningarevni eru ikki egnað sum mannaføði, og tí eru ráðini at vaska matin væl, og at skera skalið av, áðrenn etið verður.

 

Tað eru ikki øll týningarevni, sum kunnu vaskast av, og tí er best at eta vistfrøðiliga frukt og grønmeti, sum ikki er sproytað við týningarevnum, sambært kanningini.