Teir báðir, sum vóru fremstir í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum í Klaksvík fyri viku síðani, vóru aftur í dag teir báðir fremstir. Men meðan tað í Klaksvík var Tjaldrið, sum var fremst, so var tað í dag Frúgvin úr Miðvági, sum var fyrst á mál, og talan varð um lutfalsliga tryggan sigur.
Inntil teir fóru undir endaspurtin var tað heilt javnt, men so munaði tað væl meiri hjá miðvingum.
| 1 | Frúgvin | 05:03.23 | ||
| 2 | Tjaldrið | 05:06.21 | ||
| 3 | Sílið | 05:09.24 | ||
| 4 | Beinta | 05:15.18 | ||
| 5 | Kollur | 05:21.09 | ||
| 6 | Ternan | 05:38.23 | ||
| 7 | Blikur | 05:43.23 |









