Hevði stórtingsval verið í Noregi nú, hevði næstan triði hvør norðmaður atkvøtt fyri Framburðsflokkinum.
Eftir einari nýggjari meiningakanning hevði Framburðsflokkurin fingið 29,7 prosent av atkvøðunum, var val nú. Tað er 2,9 prosentstig meiri enn í seinastu kanningini, og samstundis vísir tann nýggja kanningin, at veljararnir hjá Framburðsflokkinum svíkja ikki flokkin líka ofta sum veljarar hjá hinum flokkunum.
Hóast ta stóru framgongdina hjá Framburðsflokkinum hevði Arbeiðaraflokkurin framvegis verið tann størsti, um val var nú. Flokkurin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra hevði mist 0,3 prosentstig samanborið við seinastu kanning og hevði fingið 32,2 prosent. Teir báðir flokkarnir eru nógv teir størstu, tí tann triðstørsti, Høgra, hevði fingið 14,2 prosent.









