Froyur á Summarfestival

Nýggi ferðamannabáturin hjá Sjóferðum, Froyur, fer at sigla beinleiðis millum Havnina og Klaksvík tá Summarfestivalurin 2005 er næsta vikuskifti.
Fyrsti túrurin er av Havnini fríggjadagin kl 17.00 og av Klaksvík aftur kl 01.00. Leygardagin verður farið av Havnini kl 13.00 og av Klaksvík kl 01.30.
Túrarnir eru treytaðir av, at nóg nógv tekna seg frammanundan, og á Sjóferðum siga tey, at boðast skal frá luttøku í seinasta lagi hósdagin. Tilmeldingin er hjá Vestmanna Kunningarstovu, sum hevur telefon 471500 ella hjá Sjóferðum sum hava telefon 471600.