Fiskivinna
Í morgun landar línuskipið, Froya, í Klaksvík.
Pól Fuglø, landingarformaður á Landingarmiðstøð Føroya, veit at siga, at teir hava millum 75.000 og 80.000 pund, meginparturin longa og brosma.
Línuskipið, Grani, landar í morgin. Teir hava eini 110.000 pund.
Seinni í vikuni koma Gáshøvdi, sum trolar uttanfyri og Varðin, sum trolar á landleiðini, inn at landa.
Línuskipið, Núpur, sum er undir Íslandi, kemur eisini inn at landa í vikuni.
Pól Fuglø væntar, at Núpur kemur hósdagin.









